Nýtt
Vøra er komin frá Mikk-Line í dag, 4. sept
Jeps, vit eru í gongd við at telja upp, so tit frætta nærri :)
Men tit kunnu gleða tykkum til vetrarklæðir...og regnklæðini eru sjálvandi komin aftur eisini.
Vøra komin frá Joha 26. august :)
Tað hevur gingið heldur striltið við at leggja nýtt inn á bloggin.
Men so er...at tað kann vera ringt at koma í gongd við nýtt. Men tað er so hent nakað síðani síðst.
Vøra er komin frá Joha, tvs. at allar útseldar basisvørur eru komnar aftur!
Og onkrar nýggjar vørur eru:
- ella nýggjar gamlar...ullintar sokkabuksur std. 1 mdr- 2 ár eru komnar aftur í gráum, eftir at vit hava ruddað tær út í ymiskum litum
- øklasokkar úr viskosu eru nýggir
- og brølapur úr ull við 15% silki í reydligum liti og grønum
Vørur til heystar (AW24)
Sum vanligt, so fáa vit vetrarvøru o.a. til heystar. Vit fáa ofta onkran dato frá leverandørinum, sum ongantíð heldur, so tit mugu vera tolin.
Hetta er annars á veg:
Mikk-Line (kemur væntandi medio aug): vetrardraktir (18 mdr - 10 ár), termosett (duvet), brølapur, nylonskógvar, ullsett (jakkar og buksur 1-4 ár)
ColorKids: parkajakkar 1-12 ár, vetrardraktir 4-10 ár, vøttir og handskar (nylon og ull), regndraktir við og uttan fleese oa.
Vit fáa ikki so nógvar draktir og jakkar, so fylg við, um tú vilt hava!