Vøra komin og á veg í nýggja árinum - 26. januar 2024

Tað gongur ikki altíð eftir ætlan, og so var eisini við hesum blogginum hjá mær. Fari at gera eina roynd aftur.

Vøra er komin frá Joha og ColorKids/Celavie osfr. í nýggja árinum, og flestu útseldar vørur eru komnar aftur, eisini nylonhandskar osfr. :)

Nýtt frá Joha er eisini, sí seinasta facebook-post.

Á veg er aftur vøra frá Joha, sum kemur 27. januar. Her er mest nýtt við. Meira um tað sæst á facebook.

Og so er vøra á veg frá SupCare: kompressionssokkabuksur, sokkar oa.

Vit fyrireika eisini at fáa ullint klæðir frá "Claire" til kvinnur.

Svimjiklæðir koma frá Mikk-Line í vár, og vit liggja uppá lúr at bíleggja regnklæðir tá eisini, um tað ikki er ov leingi at bíða :)