Treytir

Frakt

Fraktkostnaðurin er 49 kr. pr. pakka.
 

Avgreiðsla og vøruútbering

Bíleggingar, sum eru komnar inn kl. 16, verða pakkaðar sama dag. Um vøran ikki er á goymslu, frættir tú frá okkum. Miðað er tó ímóti altíð at hava ta vøru á goymslu, sum er til sølu í nethandlinum. 

Vøran verður latin Posta næsta dagin at bera út. 

Tú kanst eisini velja at heinta vøruna í handli okkara á Grønlandsvegi 3 í Havn. Vit boða frá, so skjótt vøran er klár at avheinta.

 

Umbýtingarrættur/Iðranarrættur

Um tú angrar eitt keyp, kanst tú innan 14 dagar boða okkum frá, at tú angrar keypið, og síðani hevur tú aftur 14 dagar, at lata okkum vøruna aftur. Tú fært ta fullu upphæddina aftur, sum tú hevur goldið, um vøran er í sama standi og hevur merkir á, sum tá tú keypti vøruna.  

Tú kanst eisini frítt býta eina vøru um við eina aðra innan 14 dagar. 

 

Reklamatión - vøran er ikki í rætta standi

Um ein vøra ikki er í rætta standi kann hendan býtast um ella tú kanst fáa pengarnar aftur. Rætturin at reklamera stendur við í 24 mánaðar aftaná keypið. Boða okkum frá innan rímiliga tíð aftaná tú ert vorin varug(ur) við, um vøran ikki er í rætta standi. Vit rinda fraktkostnað, sum stendst av hesum, í tann mun fraktkostnaðurin er rímiligur. 

 

Gjald

Tú kanst gjalda við gjaldskorti, ella tú kanst flyta okkum pengarnar gjøgnum bankan á kontu 9870-998.350.4

Um tú rindar við korti, kanst tú brúka Dankort, Visa ella Visa Elektron. Upphæddin verður hevað av korti tínum, tá ið vøran er send ella tá ið tit hava fingið boð um, at vøran er klár at avheinta.