Hesir sokkarnir eru frá Joha, hava rib-mynstur og eru úr ull (76%), og polyamide 22%, elastane 2%.
Góðskan er av tí allar besta.
Joha er eitt danskt virki, sum er millum teir førandi framleiðararnar av barnaklæðum. Øll klæðini hjá Joha verða framleidd á egnum virkjum frá byrjan til enda, tvs. tey verða ikki framleidd eystanfyri, sum annars flestu barnaklæðir verða í dag.