Sokkabuksur úr ull, hvítar, std. 40 og 50 (0-1 mdr)

199,00 kr
Frá Joha
Vøra: 21664 122 50 joha leggings w foot wool natur 50

Sokkabuksurnar (við fóti) eru frá Joha og eru úr 100 % merinoull. 

Tær kunnu tó vaskast í maskinu við 40 gradum.

Góðskan er av tí allar besta. Tær eru merktar við "ecolabel", sum merkir, at tær ikki innihelda evni, sum eru skaðilig fyri børnini ella umhvørvið annars.

Joha er eitt danskt virki, sum er millum teir førandi framleiðararnar av barnaklæðum. Øll klæðini hjá Joha verða framleidd á egnum virkjum frá byrjan til enda, tvs. tey verða ikki framleidd eystanfyri, sum annars flestu barnaklæðir verða í dag.