Náttdrakt úr merinoull, std. 0-2 ár

288,00 kr
Frá Joha
Vøra: 56140 122 377 nightsuit wool joha 40

Hendan náttdraktin er frá Joha og er hon úr 100 % merinoull.

Hon er sera løtt bleyt hjá barninum, at vera í, og brøkurnar kunnu brettast niður og faldast um føturnar á barninum, so tær eru inni í draktini.

Góðskan er av tí allar besta. Hon er merkt við "ecolabel", sum merkir, at hon ikki inniheldur evni, sum eru skaðilig fyri børnini ella umhvørvið annars.

Joha er eitt danskt virki, sum er millum teir førandi framleiðararnar av barnaklæðum. Øll klæðini hjá Joha verða framleidd á egnum virkjum frá byrjan til enda, tvs. tey verða ikki framleidd eystanfyri, sum annars flestu barnaklæðir verða í dag.