Blusa úr bummull, svørt, std. 3 mdr-12 ár

125,00 kr
Frá Joha
Vøra: 10951 / 10952 21 333 blouse bummull svørt-1

Hesar blusurnar eru frá Joha, og eru tær úr 100 % bummull

Tær fáast í fleiri litum, hvítum, lilla, navy og svørtum.

Góðskan er av tí allar besta. Tær eru merktar við "ecolabel", sum merkir, at tær ikki innihelda evni, sum eru skaðilig fyri børnini ella umhvørvið annars.

Joha er eitt danskt virki, sum er millum teir førandi framleiðararnar av barnaklæðum. Øll klæðini hjá Joha verða framleidd á egnum virkjum frá byrjan til enda, tvs. tey verða ikki framleidd eystanfyri, sum annars flestu barnaklæðir verða í dag.