Bodystokkur, ull uttan og bummull innan, std. 0-4 ár

140,00 kr
Frá Joha
Vøra: 66413 42 15110 body ls woco grey

Leggings frá Joha úr  48% ull, 47% vistfrøðiligari bummull og 5% polyamide.

Tær eru ull uttan, og bummull innan. Og tað serliga við teimum er, at børn kunnu fáa ágóðan av ullini, men ikki plágast av skriða, um tey hava viðkvæma húð. 

Tær kunnu vaskast í maskinu við 40 gradum.

Góðskan er av tí allar besta. Tær eru merktar við "ecolabel", sum merkir, at tær ikki innihalda evni, sum eru skaðilig fyri børnini ella umhvørvið annars.

Joha er eitt danskt virki, sum er millum teir førandi framleiðararnar av barnaklæðum. Øll klæðini hjá Joha verða framleidd á egnum virkjum frá byrjan til enda, tvs. tey verða ikki framleidd eystanfyri, sum annars flestu barnaklæðir verða í dag.