Bodystokkur úr bummull, hvítur, std. 0-5 ár

70,00 kr
Frá Joha
Vøra: 1314 13 10 body ss bummull white

Hesin "bodystokkur" er frá Joha og er hann úr 100 % bummull. 

Hann hevur ikki knappar og kann hálast niður um herarnar.

Góðskan er av tí allar besta. Hann er merktur við "ecolabel", sum merkir, at hann ikki inniheldur evni, sum eru skaðilig fyri børnini ella umhvørvið annars.

Joha er eitt danskt virki, sum er millum teir førandi framleiðararnar av barnaklæðum. Øll klæðini hjá Joha verða framleidd á egnum virkjum frá byrjan til enda, tvs. tey verða ikki framleidd eystanfyri, sum annars flestu barnaklæðir verða í dag.