Bodystokkur úr viskosu, rosa, navy ella hvítur, std. 1 mdr. til 4 ár

150,00 kr
Frá Joha
Vøra: 61912 345 10 body ls viskose white

Hesin "bodystokkur" er frá Joha og er hann úr viskosu. 

Viskosan er gjørd úr vistfrøðiligari bambus.

Góðskan er av tí allar besta. Hann er merktur við "ecolabel", sum merkir, at hann ikki inniheldur evni, sum eru skaðilig fyri børnini ella umhvørvið annars.

Joha er eitt danskt virki, sum er millum teir førandi framleiðararnar av barnaklæðum. Øll klæðini hjá Joha verða framleidd á egnum virkjum frá byrjan til enda, tvs. tey verða ikki framleidd eystanfyri, sum annars flestu barnaklæðir verða í dag.