Troyggja við lynlásið úr ull, brún, std. 4 mdr - 16 ár

400,00 kr
Frá Joha
Vøra: 12901 252 15587 cardigan w zipper

Hendan troyggjan er frá Joha og er hon úr 95% ull og 5% polyamide.

Buksur fáast til, sí undir "leggings" í vinstru margu.

Hon er sera løtt og bleyt, og góð hjá barninum at vera í.

Góðskan er av tí allar besta. Hon er merkt við "ecolabel", sum merkir, at hon ikki inniheldur evni, sum eru skaðilig fyri børnini ella umhvørvið annars.

Joha er eitt danskt virki, sum er millum teir førandi framleiðararnar av barnaklæðum. Øll klæðini hjá Joha verða framleidd á egnum virkjum frá byrjan til enda, tvs. tey verða ikki framleidd eystanfyri, sum annars flestu barnaklæðir verða í dag.