Bodystokkur (slá-um) úr bummull, hvítur, rosa, ljósabláur, std. 40

125,00 kr
Frá Joha
Vøra: 65044 21 10 body wrap around white-1

Hesin bodystokkur er frá Joha, og er hann úr 100 % bummull.

Hann kann latast upp og aftur á síðuni við knappum.

Góðskan er av tí allar besta. Joha ger serliga nógv burtur úr klæðunum til tey "for tíðliga føddu", og klæðini lúka allar standardir.

Klæðini hjá Joha eru merkt við "ecolabel", sum merkir, at tey ikki innihelda evni, sum eru skaðilig fyri børnini ella umhvørvið annars.

Joha er eitt danskt virki, sum er millum teir førandi framleiðararnar av barnaklæðum. Øll klæðini hjá Joha verða framleidd á egnum virkjum frá byrjan til enda, tvs. tey verða ikki framleidd eystanfyri, sum annars flestu barnaklæðir verða í dag.