Bodystokkur úr 85%ull og 15% silki, std. 1 mdr til 4 ár

150,00 kr
Frá Joha
Vøra: 66565 195 3281 body ss-1

Hesin "bodystokkur" frá Joha er úr 85% ull og 15% silki.

Góðskan er av tí allar besta. Hann er merktur við "ecolabel", sum merkir, at hann ikki inniheldur evni, sum eru skaðilig fyri børnini ella umhvørvið annars.

Joha er eitt danskt virki, sum er millum teir førandi framleiðararnar av barnaklæðum. Øll klæðini hjá Joha verða framleidd á egnum virkjum frá byrjan til enda, tvs. tey verða ikki framleidd eystanfyri, sum annars flestu barnaklæðir verða í dag.