Buksur frá Joha úr 100% merinoull, std. 1 mdr til 4 ár

Hesar buksurnar eru frá Joha og eru tær úr 100% merinoull.

Klædnatilfarið er "filtað" í kvalitetinum, og er tær sera bleytar hjá barninum, at vera í.

Troyggjur við knappum (cardigan) eru í sama liti, sí undir "Troyggur".

Góðskan er av tí allar besta. Hon er merkt við "ecolabel", sum merkir, at hon ikki inniheldur evni, sum eru skaðilig fyri børnini ella umhvørvið annars.

Joha er eitt danskt virki, sum er millum teir førandi framleiðararnar av barnaklæðum. Øll klæðini hjá Joha verða framleidd á egnum virkjum frá byrjan til enda, tvs. tey verða ikki framleidd eystanfyri, sum annars flestu barnaklæðir verða í dag. 


Vørunummar: 26591 15603 baggy pants navy


DKK 275,00